|
    
Deiggj av Tvøroyri spældu fyrstu ferð í september 1981 í Tvøroyrar Klubba. Tvøroyrar klubbi var um hetta mundi eitt av teimum góðu og vælumtóktu dansihølinum í Føroyum.
Deiggj hava verið meira og minni virknir líka síðan 1981, tó við skiftandi manningum. Teir sum spæla við ídag eru teir flestu sum vórðu við stovna deiggj í 1981. Hesir eru Dennis Lave, Pætur Dam, Páll Lave og Fróði Vestergaard. Afturat teimum eru komnir Sverri Heinesen og Rani H. Christiansen, sum kom fyri Herluf Hermansen, sum andaðist 5 apríl 2009. Deiggj hava síðan 1993 havt sítt egna venjinghølið í Tórshavn. Allir uttan Dennis búgva í Tórshavn og venja fast eina ferð um vikuna.
Tónleikurin ið Deiggj spæla til dans er mest rocktónleikur frá 70´unum blandaður við nýggjari tónleiki. Nevnast kunnu eitt nú løg hjá Gasolin, Clapton, Santana, Cream, Rolling Stones, Uriah Heep, Deep Purple, Dire Straits, Gnags, Fleedwood Mac og sjálvandi eisini egin løg. Síðan 2007 hava Deiggj miðvíst vant løg hjá kenda enska bólkinum Uriah Heep og kunnu spæla meira enn 20 ymisk løg hjá teimum í eitt kvøld.
Deiggj góvu út eina LP í 1985 nevnd "Stormávaring". Deiggj hava eisini verið á øðrum felags útgávum t.d. Amnesty Tónar, TB-100 ár, "Útvarpsfløgan- Sov blítt", Livandi Tónleikur(FUT), Vælskabt Brek o.s.v.
Deiggj spældu á Jelling Festivalinum í mai 2004, Jóansøkufestivalinum 2005, á Asfalt í 2006 og Asfalt 2009
Í september 2006 varð skipað fyri 25 ára hátíðarhaldi við Deiggj í Tvøroyrar Klubba. Sera nógv komu í klubban hetta kvøldið at heiðra deiggjararnar.
Deiggj spældu á Jóansøkufestivalinum 2007 saman við John Lawton(ex. Uriah Heep).
Deiggj spældu til Heepvention í Spanien í september 2008.
Aftur í august 2009 spældu Deiggj til "Easy livin in Salo" m.a. saman við Lee Kerslake frá Uriah Heep
Lawton + Deiggj spældu í 2010 í Sjónleikarahúsinum í Havn. Sendingin varð tikin upp av KVF.FO og varð send 1 januar 2011.
Lawton + Deiggj spældu á stóra Jelling Festivalinum 2011.
Deiggj spældu til tiltaki´aftur í 70´ini bæði í 2010 og 2011
Deiggj spældu á Summarfestivalinum 2011
Phone : +298 317376 email: deiggj@deiggj.com
    
|